Nýggjastu tíðindini
Námsfrøðiligur stuðul til forskúlan í Skála skúla
Starv í forskúlanum frá 1.august 2026 til 1.januar 2027
Hagatúrur, tivolidagur og mangt annað.
15.000.00 kr. til Reyða kross
Lærarastarv í forskúlanum í Skála Skúla
Lærarastarv í Skála skúla
Rætting til hósdagin
Reyðakross cafe
Útilív er góðalív
Ein spennandi vika er farin afturum
Starv í forskúlanum frá 1.august 2026 til 1.januar 2027
Lærarastarv í forskúlanum í Skála Skúla
Til skúlaárið 2026/27 at seta 1. august 2026 verður søkt eftir einum lærara , at undirvísa 19 tímar um vikuna, fram til 1.januar 2027
Førleikakrøv
Søkt verður eftir lærarum, sum: • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans • taka undir við hugsjónini hjá skúlanum um burðardygga menning • áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan • duga væl at samstarva og samskifta
Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er forskúlin, sum hoyrir til Skála skúla. Lærarastarvið verður lønt av Runavíkar kommunu, sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3.juli kl.12 Umsóknir verða sendar við telduposti til nomi.jacobsen@skulin.fo
Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Nomi Jacobsen, skúlastjóra á tlf. 237052 ella á t-post: nomi.jacobsen@skulin.fo . Í forskúlanum starvast tvey starvsfólk, ein lærari og ein námsfrøðingur. Í skúlaárinum 26/27 koma at ganga 7 næmingar í forskúlanum og tilsamans í Skála skúla koma at ganga 80 næmingar Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðu skúlans: www.skalaskuli.fo