Vikuætlan

Vikuætlan //Vika 07 - 2026

Mán
9. feb
Øll skulu hava lisið kap. 3 lidnan í Vinur ella fíggindi.
Týs
10. feb
Lesa kap. 4 í Vinur ella fíggindi
Mik
11. feb
Vetrarfrí
Hós
12. feb
Vetrarfrí
Frí
13. feb
Vetrarfrí

Góðu næmingar og foreldur

Í Skála skúla leggja vit stóran dent á kreativitet og rørslu. Tveir tímar,mána og mikudag, frá kl. 11.55 til kl.13.35 liggja hesar tímar. Frá skúlaársbyrjan og til umleið viku 43, og so aftur eftir páskir fram til summarfrítíðina, hava næmingarnir rørslu.

Hetta eru næmingar í 3.,4.,5.,6. og 7.fl. 3. og 4. er ein bólkur og 5., 6. og 7.fl. er ein bólkur. Hjá Emil og Nomi ganga tey varðagøtur, fjørutúrar, súkklutúrar og  gera ymiskan mat úti, m.a. Hjá Poul og Ólavi er tað ítróttur og ymisk spøl, við og uttan bólt.

Mánadag eru tey yngru hjá Emil og Nomi og tey eldru hjá Ólavi og Poul. Mikudag er tað umvent. Vit eru altíð úti, so tað er týdningarmikið, at vera ílatin eftir veðrinum og í góðum skóm. 

Vetrarhálvuna hava tey smíð, handarbeiði, evning, heimkunnleika og teldu. Tit fáa nærri kunning um hetta.

 

 

snar.fo

Um rokning ikki virkar inni á snar, royni so hetta, sí myndir. Tað er ofta tí, at flash-playarin ikki loyvir tí. Trýst á lítla i'ið inni í sirklinum uppi í kagarinum. Vel "allow" ella "tillad" flashlayer og uppdatera síðuna, so skuldi rigga.