Sorgarætlan

Almenna regla skúlans í samband við sorg

Skúlin skal altíð hava ein sorgarbólk. Sorgarbólkurin skal mannast soleiðis : Skúlastjórin og trý umboð fyri starvsfólkini. Skúlaárið 2023 / 2024 er sorgarbólkurin mannaður soleiðis: Nomi Jacobsen(skúlaleiðari) Hallgerð Joensen, Maria Eysturstein Bech og  Ingun Gregersen Joensen

 

Skúlin skal vísa samkenslu og virðing við m.a. at:

 

·       Vinda merkið á stong

·       Møguliga steðga skúlagongd

·       Skipa fyri minningarløtu

 

Deyðsboð:

   Við deyðsfráboðan verður staðiliga mælt til, at tey avvarðandi geva boðini

·       Skal skúlin geva deyðsboðini, er av størsta týdningi, at flokslærarin og annar lærari er til staðar

 

 Áðrenn deyðsboð verða givin næmingum, má skúlin / flokslærarin:

·       Finna eitt friðarligt stað

·       Spakuliga fyrireika barnið til tey tungu boðini

·       Greitt siga barninum, hvønn tað snýr seg um

·       Fylgja barninum heim.

 

Hjálp til barnið:

 

·       Skúlin hevur ábyrgd av, at tiltøk verða sett í verk fyri at hjálpa barninum.

·       Er neyðugt, at toymið er um flokkin, og tískil broyting í tímatalvuni krevst, eigur hetta at lata seg gera.

·       Skúlin/ flokslærarin skal útvega tilboð um sálarfrøðisliga hjálp til næmingin.

·       Skúlin eigur at gera toymið vart við møguligan broyttan atburð  hjá næminginum.

·       Um høvi býðst, skal flokslærarin kunna avvarðandi um  møguleika at koma í sjálvhjálparbólk.

 

Barn missir foreldur/systkin

 

Fyrsta tiltak (1. – 5 dagin)

 

·       Flokslærarin  ( og onkur annar ) vitjar heimið og kunnar seg um tilburðin .                                   

·       Flokslærarin kunnar starvsfelagar .                                                                                                   

·       Flokslærarin mælir floksfeløgum til at spæla sum vanligt við barnið, eisini nú.

·       Flokslærari ( og helst floksfelagar)  eru við til jarðarferðina og ervið.                                       

                                                                                                                                                               

Møgulig tiltøk í skúlastovununi :

 

·       Lesa  onkra bók saman í flokkinum, ið viðger evnið “ deyðan “  .                                                                 

·       Tekna myndir,  har deyðin / sorg er evnið   .                                                                                   

·       Finna tónleik,ið lýsir ymiskar kenslur   .                                                                                           

·       DVD frá Krabbameinsfelagnum

·       Prestur vitjar – flokkurin fyrireikar spurningar til prest.

 

Sorgarbeiði frameftir:

·       Flokslærari ella onnur hava samrøður við næmingar eftir tørvi.

·       Seinni í skúlatíðini ( um tørvur er ) ber væl til at taka evnið “ sorg “uppaftur í flokkinum.

 

 

Starvsfelagi doyr

 

Fyrsta tiltak:

 

·       Merkið vundið á hálva stong .

·       Leiðslan kunnar seg um tilburðin og ber starvsfeløgunum tíðindi.

·       Um flokslærari doyr, kunnar flokstoymið, saman við leiðsluni, flokkin og tekur sær av flokkinum restina av tíðini, tey eru í skúla tann dagin.

·       Ringt verður til heimini hjá øllum foreldrum í flokkinum. Greitt verður frá, hvat er hent og mælt verður til, at næmingarnir verða avheintaðir, tá tey skulu heim.

·        

·       Leiðslan og umboð fyri starvsfólkini vitja heimið við blómutyssi.

·       Eingin skúlagongd er undir jarðarferðini

·       Næmingar kunnu fylgja saman við foreldrunum

·       Skúlin sendir krans

·        

Dagin eftir skipar skúlin fyri minningarhaldi, har prestur luttekur.

·       Eftir minningarhaldið fara næm. í flokshølini við flokslærara til tíma / prátiløtu, áðrenn farið verður heim.

 

 


Tiltøk í skúlastovuni:

 

·       Toymið skipar fyri práti – og minnisløtu í skúlastovuni.

·       Flokkurin kann skriva minningarorð um tann deyða. Hesi kunnu verða kunngjørd.

 

 


Tiltøk á lærarastovuni:

 

·       Skipað verður fyri minniskvøldi, har møguleiki verður at hugleiða um tann deyða við eitt nú myndum.  Hjúnarfelagin hjá tí farna kann luttaka, um orka er til tess.

·       Vitjað verður av og á heima hjá tí eftirsitandi.

·       Skúlin skipar fyri, at minningarorð verða skrivað.

Um fyrrverandi starvsfelagi doyr

·      Her kann støðan vera ógvuliga ymisk, og má atlit takast til tað

·     
Leiðslan boðar starvsfólkunum frá

·      Kunnar næmingarnir, antin í morgunsanginum ella  í flokkunum

·      Skúlin sendir krans

 

Starvsfelagi missir

·       Leiðslan boðar starvsfeløgunum frá.

·       Leiðslan / toymið kunnar flokkin um støðuna. Næmingarnir fáa høvi at tekna mynd, skriva til flokslæraran.

Leiðslan saman við einum starvsfelaga vitjar heima við blómutyssi.

Handar møguligar tekningar, søgur næmingar hava skrivað.

 

·       Leiðslan tosar við starvsfelagan, og tey finna í felag útav, hvussu arbeiðstíðin skal skipast komandi tíðina.

·       Møguleiki er at fara heim teir dagar, tá tað gerst ov trupult at undirvísa.

·       Vitja verður í heiminum hjá tí rakta – ikki bert ta fyrstu tíðina.

·       Ein hjálpandi hond verður givin, um hetta er neyðugt.

·       Starvsfelagar standa sum eitt “trygdarnet “ viðvíkjandi undirvísing.

 

 

Næmingur doyr

Fyrsta tiltak:

 

Flokkurin, sum hevur mist:

·         Flokslærarin kunnar seg um tilburðin.
         

·       Flokslærarin og  annar lærari, sum kennir flokkin væl, fara inn í flokkin. Møguliga kunnu hesi verða við: skúlaleiðarin, sálarfrøðingur, prestur, samkomuleiðari.

·       Næmingarnir fáa at vita, hvat er hent

·       Tosað verður gjølla um tað, sum hent er. Næmingarnir fáa høvi at spyrja, gráta, práta og minnast.

·       Næmingarnir kunnu evna okkurt til, sum foreldrini hjá næminginum fáa, hetta kann vera tekningar, brøv, søgur, yrkingar.

·       Borðið hjá tí farna kann verða prýtt við myndum og blómum

·       Næmingarnir sleppa at gera okkurt heilt annað hendan dagin, t.d. fara túr, spæla tónleik, fáa drekkamunn o.a.

·       Flokslærarin og  annar lærari, sum kennir flokkin væl,er saman við flokkinum allan skúladagin.

 

·       Hinir flokkarnir:

 

·       Lærarin, sum hevur hinir flokkarnir, fara inn í flokkin og greiða frá, hvat er hent.

 

Kunning til heimini hjá floksfeløgunum hjá tí deyða:

 

Ringt verður til heimini hjá øllum foreldrum í flokkinum. Greitt verður frá, hvat er hent, og mælt verður til, at næmingarnir verða avheintaðir, tá tey skulu heim.

 

Vitjan í heimið

 

·       Flokslærarin og skúlaleiðarin vitja heima. Greiða frá minningarløtuni. Kanna um heimið hevur brúk fyri hjálp, ella um serlig ynski eru.

·       Fáa kunning um jarðarferðina.

·       Hava blómutyssi við frá skúlanum og møguligar heilsanir frá flokkinum.

 

Minningarløtan:

 

·       Skrivliga verður boðað heiminum frá, nær minningarhaldið verður. Foreldur kunnu luttaka um tey hava hug.

·       Dagin eftir deyðsfallið er minningarhald í skúlanum,  leiðsla og prestur skipa fyri.

·       Flaggið verður vundið í hálva stong

·       Eftir minningarhaldið fara næmingar í flokshølini við flokslærara sínum til tíma / prátiløtu, áðrenn farið verður heim.

·       Til minningarhaldið skulu floksfelagar hava møguleika at syngja ein sang ella at bera okkurt fram.

 

Jarðarferðin:

 

·      Flaggið verður vundið í hálva stong

·      Eingin skúlagond er undir jarðarferðini

·      Skúlin sendir krans

 

 

 

     Sorgarbeiðið frameftir:

 

·       Seta mynd av tí deyða á borðið har hann / hon sat .Myndin kann verða standandi á borðinum ella hongd á veggin skúlaárið út.

·       Ta fyrstu tíðina setir flokslærarin tíð av ( 15 min.) hvønn dag soleiðis, at floksfelagar kunnu bera fram minnir og hugleiðingar.

·       Ljós verður tendrað  á føðingardegnum hjá tí deyða.

·       Teir lærarar, ið eru um flokkin, mugu vísa tolsemi, fyrilit og umhugsni.

·       Møgulig tiltøk:

·       Prestur vitjar í flokkinum í samband við evnisdag / viku.

·       Foreldrafundur um tað at missa

·       Møguleiki fyri serkønari hjálp, t.d. heilsusystir, prestur, sálarfrøðingur.