
Trivnaðardagur

Talvkapping í Løkshøll 11.04.2018

Vitja fornminnissavnið

Hava floksgarðdag
Vitjan á Føroya Prenti, Listasavninum og í Viðarlundini
3 flokkur á vitjan á Føroya Prenti Hósdagin 7. Juni var 3. flokkur á vitjan á Føroya Prenti. Jón Hestoy greiddi okkum frá . Vit sóu, hvussu gomlu prentmaskinurnar sóu út. Tá máttu tey seta ein og ein bókstav, áðrenn klárt var at prenta. Týskarin Johan Gutenberg (1400-1468) var tann sum fyrstur í Europa fann uppá at gera blýggjbókstavir, sum kundu brúkast aftur og aftur. Hetta var eitt stórt frambrot, tí nú kundu tekstir hópframleiðast. Martin Luther, sum eisini var týskari, ynskti at fólk skuldu kunna lesa Guðs orð á móðurmálinum, og fyri hann hevði møguleikin at prenta sera stóran týdning. Nú kundu tekstirnir koma út til fólkið skjótt, og tey kundu lesa og skilja. Jón Hestoy vísti okkum runt á virkinum, og vit sóu, hvussu tey arbeiða í dag. Á Føroya Prenti ber til at læra til miðlagrafikara og miðlatøknikara. Skúlagongdin í sambandi við læruna er í Danmark. Kanska verður onkur av okkara næmingum lærlingur har um nøkur ár :) Vit ótu okkara matpakka í matstovuni á Føroya Prenti og fingu bæði sodavatn og karamel Ein sera áhugaverd vitjan Aftaná fóru vit í Listasavnið í Bládýpið hjá Tróndi Patursson. Tað var sera stuttligt og løgið at standa í bingjuni við glaslist og speglum, har vit sóu langt niður í havdýpið og høgt upp í himmalin. Vit hugdu eisini eftir málningum á Listasavninum . Hetta var eisini áhugavert. Aftaná sóu vit standmyndirnar hjá Hans Paula Olsen uttanfyri savnið, og so hugnaðu vit okkum og spældu í Viðarlundini. Ein sera góður dagur.














































Tippafossur
Mánadagin 8. juni hevði 4. flokkur um søgnina um Ormbónda á Skála. Tey fóru ein túr út á yntra Skála og ein túr inn undir Tippafoss í Skálafirði. Tað var ein sera hugnaligur og stuttligur dagur.





































Mýrahjalla
Týsdagin 9. juni, fór 4. flokku niðan undir Mýrahjalla. Tey fór at vassa, tað var sera kalt, men tað vóru fleiri sum vassaðu. 7. flokkur hevði demma ein hyl til 4. flokk, so tey kundu vassa.








Súkklutúrur til Selatraðar
Fríggjadagin 12. juni. 2020 fóru 4. flokkur og 5. flokkur súkklutúr við Poul, Jan og Emil til Selatraðar. Hetta var ein langur, men góður túr. Tey hugnaðu sær á Skótadeplinum á Selatrað.







