Virðisgrundarlag
Virðing og viðurkenning
- Tað er ein dygd, at vit eru ymisk
- Øll skulu sleppa at siga sína hugsan
- Vit taka væl ímóti teimum, ið koma í Skála skúla
- Um onkur tørvar hjálp, hjálpa vit
- Vit fara væl um skúlan, innbúgv og lutir hjá hvørjum øðrum
- Vit eru ein grønur skúli. Vit virða náttúruna, og gera stigvísar broytingar, har virðingin fyri náttúruni og tilfeingi hennara er í hásæti.
Trivnaður
- Í Skála skúla hjálpa vit hvørjum øðrum
- Vit lova hvørjum øðrum uppí
- Vit ansa eftir hvørjum øðrum
- Vit samla uppá góðar felags upplivingar
Fjølbroytt læring
- Vit hava ein skúla við fjølbroyttari undirvísing
- Vit læra og mennast á ymiskum støði
- Náttúran og burðardygd eru náttúrligir partar av okkara undirvísing
- Rørsla og læring hanga tætt saman