Vikuætlan

FFL:

Vit hittast fyrstu ferð í samband við First Lego League kappingina í morgin 22/09 kl 17.15 í Meinigheitshúsinum. Tað verður eisini bjóðað pitsa. Øll tey børnini í flokkinum, sum hava hug at vera við eru vælkomin. First Lego League er ein kapping, har børnini skulu arbeiða við einum evni, og so eisini skulu byggja og programmera ein robot, at loysa nakrar uppgávur á einum bana. Kappingin er frá 12. september til 7. november, tá framløgur og kappingarnar vera.

Tit kunnu síggja eitt video, har tað verður forklárað um kappingina og um evnið her: https://www.youtube.com/watch?v=maRhIvfrQ08

Vikuætlan //Vika 42 - 2026

Mán
12. okt
Týs
13. okt
Mik
14. okt
Hós
15. okt
Frí
16. okt

Góðu næmingar og foreldur

Í Skála skúla leggja vit stóran dent á kreativitet og rørslu. Tveir tímar,mána og mikudag, frá kl. 11.55 til kl.13.35 liggja hesir tímar. Frá skúlaársbyrjan og til umleið viku 43, og so aftur eftir páskir fram til summarfrítíðina, hava næmingarnir rørslu.

Hetta eru næmingar í 3.,4.,5.,6. og 7.fl. 3. og 4. er ein bólkur og 5., 6. og 7.fl. er ein bólkur. Hjá Emil og Nomi ganga tey varðagøtur, fjørutúrar, súkklutúrar og  gera ymiskan mat úti, m.a. Hjá Poul og Ólavi er tað ítróttur og ymisk spøl, við og uttan bólt.

Mánadag eru tey yngru hjá Emil og Nomi og tey eldru hjá Ólavi og Poul. Mikudag er tað umvent. Vit eru altíð úti, so tað er týdningarmikið, at vera ílatin eftir veðrinum og í góðum skóm. 

Vetrarhálvuna hava tey smíð, handarbeiði, evning, heimkunnleika og teldu. Tit fáa nærri kunning um hetta.