Nýggjastu tíðindini
Samrøðubólkar
Og so kom summarfrítíðin....
Námsfrøðiligur stuðul til forskúlan í Skála skúla
Starv í forskúlanum frá 12.august 2026 til 1.januar 2027
Hagatúrur, tivolidagur og mangt annað.
15.000.00 kr. til Reyða kross
Lærarastarv í forskúlanum í Skála Skúla
Lærarastarv í Skála skúla
Rætting til hósdagin
Reyðakross cafe
Hagatúrur, tivolidagur og mangt annað.
Í gjár vóru vit gongutúrin til Selatraðar. Hetta gera vit á hvørjum ári og hann er líka góður hvørja ferð. Børnini eru so røsk at ganga, tann yngsti var 6 og tann elsti var 72. Omankomin hugnaðu tey sær í vakra umhvørvinum við skótadeplinum, skreiddu ánni, fangaðu síl og spældu á góða spæliplássinum. Í dag hevur verið tivolidagur. Hetta er eisini eitt afturvendandi tiltak. Næmingarnir høvdu fyrireikað ymiskar aktivitetir, bert hugflogið setir mørk. Har vóru sneisabreyð, sápubløðrur, fiskaspæl, bóltkast, sláa seym í, straffikapping, flugurace, skattaveiða og ymiskt gott smátt at eta. Vit øll hugnaðu okkum óført, sum sæst á myndunum. Eisini hava vit grønar dagar. Tey eldru læra tey yngru um planting og sankutøð, umframt at vit seta ymiskt niður og fríðka rundanum trøini. Nú nærkast summarfrítíðin og enn eitt gott, stuttligt og læruríkt skúlaár er runnið.