Nýggjastu tíðindini
Og so kom summarfrítíðin....
Námsfrøðiligur stuðul til forskúlan í Skála skúla
Starv í forskúlanum frá 12.august 2026 til 1.januar 2027
Hagatúrur, tivolidagur og mangt annað.
15.000.00 kr. til Reyða kross
Lærarastarv í forskúlanum í Skála Skúla
Lærarastarv í Skála skúla
Rætting til hósdagin
Reyðakross cafe
Útilív er góðalív
Og so kom summarfrítíðin....
Enn eitt skúlaár er farið afturum. Tað er við blandaðum kenslum, vit ynskja hvørjum øðrum eina góða summarfrítíð. Tað er altíð sorgblítt at siga farvæl við 7.flokk. Vit høvdu eina hugnaløtu saman við teimum, við lagkøku og góðum røðum, eisini frá teimum í 7.fl. sum Tyrnir bar fram. Vit sakna tey, men tíbetur eru næmingarnir, sum fara víðari, óførir at vitja okkum aftur í skúlanum. Seinastu vikuna hevur ymiskt verið á skrá, vit hava plantað, verið túrar og hugna okkum við ymiskum. Seinasti dagurin, endaði sum altíð, við einum fótbóltsdysti ímillum starvsfólkini og 7.fl. Aftaná var grillveitsla. Enn ein góður og hugnaligur dagur í Skála skúla. Vit vilja ynskja tykkum øllum eina góða, stuttliga og vónandi sólríka summarfrítíð. Vit møtast aftur 12. august.