Nýggjastu tíðindini

02. 07. 2026
Samrøðubólkar
21. 06. 2026
Og so kom summar­frítíðin....
18. 06. 2026
Námsfrøði­ligur stuðul til forskúlan í Skála skúla
18. 06. 2026
Starv í forskúla­num frá 12.august 2026 til 1.januar 2027
11. 06. 2026
Hagatúrur, tivolidagur og mangt annað.
03. 06. 2026
15.000.00 kr. til Reyða kross
28. 05. 2026
Lærarastarv í forskúla­num í Skála Skúla
28. 05. 2026
Lærarastarv í Skála skúla
18. 05. 2026
Rætting til hósdagin
13. 05. 2026
Reyðakross cafe
Fleiri tíðindi
18. 06. 2026

Námsfrøðiligur stuðul til forskúlan í Skála skúla

Námsfrøðiligur stuðul Forskúlin í Skála skúli søkir eftir einum námsfrøðiligum stuðli til næming frá 12. august 2026 til 17. juni 2027 (setanarbrot 0,5). Førleikakrøv: Námsfrøðingur ella royndir, sum námsfrøðiligur stuðul. Harafturat leggja vit dent á, at tú: • Vilt arbeiða eftir virðisgrundarlagi skúlans • Leggur dent á gott samstarv • Ert fyrikomandi og sýnir jaligan hugburð. • Hevur áræði at taka ábyrgd. Lønar- og setanartreytir: Starvið er sáttmálasett og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Starvið verður flokkað í 13, 15, 17, 19, 21, 23 og 24. Námsfrøðiligir atstøðingar verður flokkað í lønarflokkunum 9 – 14. Hjálparfólk verður flokkað í lønarflokkunum 3-9. Barnaváttan verður kravd í samband við setanina. Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 03. juli 2026 kl. 12.00. Umsóknir sendast umvegis teldupost til: nomi.jacobsen@skulin.fo. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til skúlastjóran, Nomi Jacobsen tlf.237052