Nýggjastu tíðindini
Felags foreldrafundur hjá skúlastýrinum týsdagin 25.august.
Renn avstað tú skalt í skúla
Vælkomin aftur í skúla
Samrøðubólkar
Og so kom summarfrítíðin....
Námsfrøðiligur stuðul til forskúlan í Skála skúla
Starv í forskúlanum frá 12.august 2026 til 1.januar 2027
Hagatúrur, tivolidagur og mangt annað.
15.000.00 kr. til Reyða kross
Lærarastarv í forskúlanum í Skála Skúla
Útilív er góðalív
Nú er tíðin aftur komin, at vit fara út seinnapart mánadag og mikudag. Ein bólkur fer at spæla ymisk spøl og hini fara ymiskar túrar. Í gjár vóru vit við Prestá. Emil greiddi næmingunum frá, um gomlu kirkjuna, og eisini hoyrdu vit áhugaverdar sagnir. Vit vóru so heppin, at vit hittu menn, sum vóru í ferð við at grava eftir møguligum fornleivdum. Teir vístu okkum amboðini teir brúktu og greiddi frá. Eisini greiddi Tummas frá ymiskum. Næmingarnir vóru sera áhugaðir. Í seinastu viku vóru vit og savnaðu rusk, serliga rundanum vøllin. Vit heintaðu 25 kg. og tað mesta var sigarettstubbar og sum ikki einaferð snúsposar. Vit hava eisini verið ein deiligan súkklutúr út á Strendur. Tað ger tað ikki verri, at man sleppur at keypa okkurt gott eisini.