Nýggjastu tíðindini
Ein spennandi vika er farin afturum
Nógv spennandi á skrá í samband við mentunarvikuna
Vit møta aftur týsdagin kl.8.00
Mangt og hvat frá hesu vikuni
Føroyar lesa, og vit lesa
Tjaldur ver vælkomið
Fyrrverandi næmingar í starvsvenjing
Oman kemur grýla av gørðum...
Nakrar myndir frá okkara skúladegi
Føroyar frammá......
Ein spennandi vika er farin afturum
Í seinastu viku var Mentunarvika í Runavíkar kommunu og í Skála skúla hildu vit eisini hesa serligu viku. Vit høvdu eina spennandi framsýning um skúlasøguna á Skála, sum var væl vitjað. Onkur flokkur hevði eisini arbeitt við evninum og vísti ymiskt fram. Týsdagin høvdu vit eina Støkk upp seymiverkstovu, har fólk kundi koma inn at seyma sær eitt net og peningurin fór til Bláa Kross. Mikumorgunin var afturvendandi tiltakið við morgunsanginum og sum altíð høvdu vit fult hús av deiligum gestum, stór og smá. Dagin eftir komu tey frá Dagtilhaldinum at vitja. Tað var ein so hugnalig løtu. Eisini tey fingu nýbakaðar vaflur og børnini sungu fyri teimum. Mitt í øllum hesum, fóru nakrir av okkara næmingum til talvkapping í Havn. Hóast vit ikki eru ein stórur skúli og bert møttu upp við einum liði, til hvørja kapping, kláraðu vit okkum sera væl. Fríggjadagin var Løgtingsins umboðskvinna og vitjaðu okkum. Hon hevði eina sera áhugaverda framløgu, har hon greiddi frá rættindunum hjá børnum og hvussu ymisk hesu eru, kring um í Heiminum. Vit hava nógv at vera takksom fyri í Føroyum, tó her manglar eisini okkurt at verða gjørt, t.d.í mun til tey við skerdum førleika. Næsta stóra tiltakið er Reyðakross cafein, sum verður 21.mai, vit gleða okkum longu og vóna at tit eisini gleða tykkum.