Nýggjastu tíðindini

16. 11. 2026
First Lego League. gardaskora.fo
05. 11. 2026
Vetrar­hálvan við kreativiteti og hugna
21. 10. 2026
Næminga­ráðið valt
08. 10. 2026
Næminga­ráðið valt
08. 10. 2026
Væleydnað sangløta
05. 10. 2026
Syng føroyskt
30. 09. 2026
Útilív er góða lív
22. 09. 2026
Rørslu og ruddingarvika
10. 09. 2026
Norðagøtu til Lorvíkar
01. 09. 2026
So eru vit aftur í gongd
Fleiri tíðindi
16. 11. 2026

First Lego League. gardaskora.fo

Í ár vóru tað næmingar í 6.fl. sum luttóku í First Lego League. Nøkur foreldur tóku stig til, at tey luttóku í kappingini og hjálpti teimum við uppgávunum, sum tey fingu. Evnið í ár var Bioglow, sum merkir lívsfrøðiligt margfeldi. Tey arbeiddi við innræsnum plantum, við serligum denti á Garðaskøru. Tey vóru sera ófør og hugagóð. Tey gjørdu eina heimasíðu,gardaskora.fo, har tað t.d. ber til at fara inná og boða frá um man hevur sæð Garðaskøru, ella aðra innræsna plantu, og seta eitt merki, hvar hon er funnin, á kortið av Føroyum, sum er á heimasíðuni. Eisini gjørdu tey ein robot, sum skuldi loysa ymiskar uppgávur. Umframt hetta hava tey eisini framleitt te av bløðunum frá Garðaskøru. Á framsýningini, sum var í samband við kappingardegin, vístu tey ymiskt áhugavert. Har kundi man smakka teið frá Garðaskørini, fólk kundu royna heimasíðuna og síggja robottin. Tey kláraðu seg sera væl og fingu nógv rós. Spennandi verður at síggja, hvussu heimasíðan kann verða eitt týdningarmikið amboð, fyri at basa hesum plantum, sum yvirtaka okkara náttúrliga plantuvøkstur í mongum førum, ikki minst Garðaskøru.