Nýggjastu tíðindini

08. 10. 2026
Næminga­ráðið valt
08. 10. 2026
Væleydnað sangløta
05. 10. 2026
Syng føroyskt
30. 09. 2026
Útilív er góða lív
22. 09. 2026
Rørslu og ruddingarvika
10. 09. 2026
Norðagøtu til Lorvíkar
01. 09. 2026
So eru vit aftur í gongd
01. 09. 2026
Ein sera væleydnaður fundur
18. 08. 2026
Felags foreldrafundur hjá skúla­stýri­num týsdagin 25.august.
14. 08. 2026
Renn avstað tú skalt í skúla
Fleiri tíðindi
22. 09. 2026

Rørslu og ruddingarvika

Seinastu viku høvdu vit nógv á skrá. Tá var bæði rørslu vika og eisini vóru vit partur av Rudda Føroyar. Vit eru nógv úti, ganga nógv úti í náttúruni og eisini hava næmingarnir nógvan ítrótt á tímatalvuni. Tá tað er brúk fyri, at røra seg í tímanum, fara næmingarnir út at renna rundanum skúlan nakrar ferðir. 4. og 5. fl. mátaðu, saman við læraranum, hvussu langt tað var, tað var 137 m. Í rørsluvikuna avgjørdu vit, at skriva niður allar hesar metrarnar, næmingarnir renna rundanum skúlan. Tað bleiv til heili 438, 102 m-also 438, 1 km. er tað ikki ótrúligt.

Allir næmingar fóru út at rudda mikudagin, tey heintaðu heili 49 kg. Rudda bleiv rundan um skúlan, á vøllinum og økinum rundan um vøllin, eftir Gamla vegi og fram við vegnum i bygdini. Gott var at fáa nýbakaðar vaflur, tá tey komu aftur. Næmingaráðið hevði gjørt vaflurnar og tær smakkaðu væl. Eitt er vist, vit eiga nakrar sera raskir næmingar í Skála skúla.