Nýggjastu tíðindini
Felags foreldrafundur hjá skúlastýrinum
Renn avstað tú skalt í skúla
Vælkomin aftur í skúla
Samrøðubólkar
Og so kom summarfrítíðin....
Námsfrøðiligur stuðul til forskúlan í Skála skúla
Starv í forskúlanum frá 12.august 2026 til 1.januar 2027
Hagatúrur, tivolidagur og mangt annað.
15.000.00 kr. til Reyða kross
Lærarastarv í forskúlanum í Skála Skúla
Felags foreldrafundur hjá skúlastýrinum
Góðu foreldur
(english below)
Hjartaliga vælkomin til felags foreldrafund hjá skúlastýrinum mikudagin 26.august Vit byrja við einum góðum bita kl.18.30 Kl.19.00 kemur Hans Harryson, phd í námsvísindum, at hava eitt upplegg, sum hann nevnir: Skúli og heim í 2020unum-krøv, avbjóðingar og møguleikar. Samfelagið er nógv broytt seinastu 10 árini og fólkaskúlin- sum er ein av mest týdningarmestu stovnunum í samfelagnum -er eisini nógv broyttur um somu tíð. Í hesum upplegginum fara vit at hyggja at ymiskum kanningum, ið varpa ljós á: Hvussu næmingar trívast og læra í dagsins samfelag Hvussu lærarar lýsa lærarayrkið í okkara tíð Hvussu foreldur kunnu stuðla børnum sínum í skúlagongdini-og samstundis stuðla lærarunum í hansara arbeiði. Uppleggið tekur um ein tíma við møguligum spurningum. Gleða okkum at síggja nógv foreldur Er brúk fyri tulki, eru tit vælkomin at siga frá hjá flokslæraranum .
Dear parents,
A warm welcome to a joint parent meeting hosted by the school board on Wednesday, August 26th.
We start with a meal at 6:30 PM.
At 7:00 PM, Hans Harryson, PhD in educational sciences, will give a presentation titled: School and Home in the 2020s—Demands, Challenges, and Possibilities.
Duration: the presentation lasts about one hour including time for questions.
Topics Covered:
How students thrive and learn in today's society.
How teachers describe the teaching profession in our time.
How parents can support their children's schooling while supporting teachers.
Practical Information
Interpreters: You are very welcome to notify your child's class teacher if you need an interpreter.