Nýggjastu tíðindini
Mangt og hvat frá hesu vikuni
Føroyar lesa, og vit lesa
Tjaldur ver vælkomið
Fyrrverandi næmingar í starvsvenjing
Oman kemur grýla av gørðum...
Nakrar myndir frá okkara skúladegi
Føroyar frammá......
Vælkomin til kunnandi fund um forskúlan mánakvøldið 19.januar kl.18.00
Veturin kom við kulda og kava.......
Gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár ynskja vit tykkum. Takk fyri gott samstarv og hugnaligar løtur.
Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli til næmingar við serligum tørvi í Skála Skúla
25. 07. 2024
Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Skála Skúla skúlaárið 2024-2025
Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli til næmingar við serligum tørvi í Skála Skúla
Søkt verður eftir einum námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2024-2025. Starvið er við setanarbrotinum 0,35
• Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, og at tú fegin vil hava gott samstarv við leiðslu, lærarar, foreldur og næmingar. • Eisini verður væntað, at tú tekur undir við hugsjónini hjá skúlanum, um burðardygga menning
Tann ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving.
Um ongin námsfrøðingur søkir,verður starvið sett við hjálparfólki. Fyrimunur er at hava royndir, sum stuðul í fólkaskúlanum.
Lønar og setanartreytir: Lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-21 frá 1. oktobur 2018. Starvið verður sett sum sáttmálasett størv. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.
Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli, skulu verða skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9.august 2024 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast í teldubrævi til: nomi.jacobsen@skulin.fo
Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Nomi Jacobsen, skúlaleiðara á tlf. 237052 ella á t-post nomi.jacobsen@skulin.fo
Skála Skúli hevur komandi skúlaár 77 næmingar og uml. 15 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skalaskuli.fo