Nýggjastu tíðindini

22. 09. 2026
Rørslu og ruddingarvika
10. 09. 2026
Norðagøtu til Lorvíkar
01. 09. 2026
So eru vit aftur í gongd
01. 09. 2026
Ein sera væleydnaður fundur
18. 08. 2026
Felags foreldrafundur hjá skúla­stýri­num týsdagin 25.august.
14. 08. 2026
Renn avstað tú skalt í skúla
06. 08. 2026
Vælkomin aftur í skúla
02. 07. 2026
Samrøðubólkar
21. 06. 2026
Og so kom summar­frítíðin....
18. 06. 2026
Námsfrøði­ligur stuðul til forskúlan í Skála skúla
Fleiri tíðindi
17. 07. 2023

Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli til næmingar við serligum tørvi í Skála Skúla:

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Skála Skúla skúlaárið 2023-2024

Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli til næmingar við serligum tørvi í Skála Skúla:

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2023-2024. Starvið er við setanarbrotinum 0,45

• Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, og at tú fegin vil hava gott samstarv við leiðslu, lærarar, foreldur og næmingar. • Eisini verður væntað, at tú tekur undir við hugsjónini hjá skúlanum, um burðardygga menning

Tann ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving.

Um ongin námsfrøðingur søkir,verður starvið sett við hjálparfólki. Fyrimunur er at hava royndir, sum stuðul í fólkaskúlanum.

Lønar og setanartreytir: Lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20, 11-21 frá 1. oktobur 2018. Starvið verður sett sum sáttmálasett størv. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.

Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli, skulu verða skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 1.august 2023 kl. 12.00.

Umsóknir skulu sendast í teldubrævi til: nomi.jacobsen@skulin.fo

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Nomi Jacobsen, skúlaleiðara á tlf. 237052 ella á t-post nomi.jacobsen@skulin.fo

Skála Skúli hevur komandi skúlaár uml.60 næmingar og uml. 15 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skalaskuli.fo