Nýggjastu tíðindini

22. 09. 2026
Rørslu og ruddingarvika
10. 09. 2026
Norðagøtu til Lorvíkar
01. 09. 2026
So eru vit aftur í gongd
01. 09. 2026
Ein sera væleydnaður fundur
18. 08. 2026
Felags foreldrafundur hjá skúla­stýri­num týsdagin 25.august.
14. 08. 2026
Renn avstað tú skalt í skúla
06. 08. 2026
Vælkomin aftur í skúla
02. 07. 2026
Samrøðubólkar
21. 06. 2026
Og so kom summar­frítíðin....
18. 06. 2026
Námsfrøði­ligur stuðul til forskúlan í Skála skúla
Fleiri tíðindi
09. 05. 2022

Felags morgunsangur og Reyða kross kafé

Í samband við mentunarvikuna fara vit at hava tvey tiltøk í skúlanum. Mikudagin 27.apríl, verður tann stóri dagurin. Vit byrja kl.10.00 við felags morgunsangi, har øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Umframt at hava vanligan morgunsang,fer skúlakórið,har næmingar úr øllum flokkum luttaka, at syngja. Tað eru Jón Magnus og Gunnar, sum hava vant við næmingunum. Eisini fara næmingar frá musikkskúlanum at luttaka. Aftaná morgunsangin bjóða vit kaffi og smákøkur, sum næmingarnir hava bakað.

Frá kl.14.00 til 18.00 verður endurnýtslucafe. Har verður ein rúgva av klæðum og lutum at keypa.Vit fara eisini at selja vaflur, sum næmingarnir hava bakað,og kaffi, te og sunkist.
Allur peningurin fer til Reyða kross, sum ger eitt megnararbeiði, bæði her heima og runt um í heiminum.
Vit høvdu verið sera fegin, um tit kunnu lata okkum klæðir og lutir. Til ber at seta tað inn í gongina í skúlanum.
 
Tíverri er bara møguleiki at gjalda við reiðum peningi.

Vit fara í ár, at royna nakað nýtt;) vit fara at selja ymiskt, sum vit hava gjørt, í samband við, at vit eru ein grønur skúli, og arbeiða fyri einum burðardyggari Føroyum.

Vit takka mangar ferðir fyri stuðilin!