Nýggjastu tíðindini
16. 11. 2026
First Lego League. gardaskora.fo
05. 11. 2026
Vetrarhálvan við kreativiteti og hugna
21. 10. 2026
Næmingaráðið valt
08. 10. 2026
Næmingaráðið valt
08. 10. 2026
Væleydnað sangløta
05. 10. 2026
Syng føroyskt
30. 09. 2026
Útilív er góða lív
22. 09. 2026
Rørslu og ruddingarvika
10. 09. 2026
Norðagøtu til Lorvíkar
01. 09. 2026
So eru vit aftur í gongd
10. 02. 2021
Helgi D. Ziska vitjar skúlan
Mikudagin, 10. februar, fingu vit vitjan av einasta føroyska stórmeistaranum í talvi, Helga Dam Ziska. Helgi greiddi frá, hvussu hann byrjaði at telva og gav næmingunum nøkur góð ráð. Hann vísti myndir frá hansara talvlívi.
Síðan var simultankapping á skránni, har fyrst yngru næmingarnir sluppu at spæla móti honum. Seinni teir eldru. Umleið 60 næmingar telvaðu tilsamans móti honum.
Helgi vann øll - men sum eitt kurteisi, so bjóðaði hann javnleik í vunnari støðu :)
Skála skúli takkar Helga D. Ziska fyri vitjanina.