Nýggjastu tíðindini

22. 09. 2026
Rørslu og ruddingarvika
10. 09. 2026
Norðagøtu til Lorvíkar
01. 09. 2026
So eru vit aftur í gongd
01. 09. 2026
Ein sera væleydnaður fundur
18. 08. 2026
Felags foreldrafundur hjá skúla­stýri­num týsdagin 25.august.
14. 08. 2026
Renn avstað tú skalt í skúla
06. 08. 2026
Vælkomin aftur í skúla
02. 07. 2026
Samrøðubólkar
21. 06. 2026
Og so kom summar­frítíðin....
18. 06. 2026
Námsfrøði­ligur stuðul til forskúlan í Skála skúla
Fleiri tíðindi
05. 02. 2021

Skúlatalvkapping 2021 á Skála skúla

Næmingarnir hava luttikið í einari talvkapping á skúlanum tríggjar fylgjandi fríggjadagar á rað. Fyrst vóru tað teir yngru næmingarnir frá 1. - 4. flokk, ið telvaðu (22. jan.) Næsta fríggjadag (29. jan.) vóru tað teir eldru, ið telvaðu.

Fýra teir bestu í hvørjari deild komu víðari til finaluna, ið var í dag, 5. feb. 

Úrslitið hjá teimum yngru:

Jón Bjarki Eiriksson nr 1, Ben O. Dulavík Berg nr 2, Andrias Lamhauge nr 3 og Lilja Dam Jacobsen nr 4

Úrslitið hjá teimum eldru:

Leander Joel Carlsson nr 1, Regin Borgarsson nr 2, Hørður Alexandursson nr 3 og Sámal í Selvindi nr 4.

Borgarstjórin, Torbjørn Jacobsen, handaði medaljur út, gull, silvur og bronsu, til vinnararnar. Tey, ið blivu nr 4, fingu heiðursbræv.

Torbjørn spældi ein spontanan talvdyst móti Jón Bjarka Eiriksson, vinnaranum hjá teimum yngru. Dystargongdin bylgdist aftur og fram, men Torbjørn dró longsta stráðið.

Næmingarnir vístu góðan kappingaranda og áhuga fyri hesum gamla og vitberandi hugaítrótti.