Nýggjastu tíðindini
Føroyar lesa, og vit lesa
Tjaldur ver vælkomið
Fyrrverandi næmingar í starvsvenjing
Oman kemur grýla av gørðum...
Nakrar myndir frá okkara skúladegi
Føroyar frammá......
Vælkomin til kunnandi fund um forskúlan mánakvøldið 19.januar kl.18.00
Veturin kom við kulda og kava.......
Gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár ynskja vit tykkum. Takk fyri gott samstarv og hugnaligar løtur.
Í hesu vøkru jólatíð......
Næmingaráðið í Skála skúla
Næmingaráðið í Skála skúla verður valt á hvørjum ári. Næmingar, sum ganga í 4.,5.,6. og 7. flokki kunnu stilla upp og velja ein floksfelaga. Eitt umboð fyri hvønn flokk, skal vera í næmingaráðnum. Næmingaráðsval var 25.septembur og fleiri bjóðaði seg fram.
Tey sum komu inn eru:
Fyri 7.flokk Jakobina, 6.flokk Hákun, 5.flokk Hørður og 4.flokk Anna Sofía. Fyrsti fundur var í dag og tey skipaðu seg soleiðis: Jakobina forkvinna, Hákun varaformaður og Hørður og Anna Sofía nevndarlimir.
Tað tey ætla at arbeiða hart fyri, er at fáa útiøkið betri kring skúlan. Tey hugsa um eitt spælipláss, men sum ikki bert skal brúkast í skúlatíðini, men eisini aftaná skúlatíð, tí tað sakna tey.
Spennandi verður, hvussu tað fer at ganga og um nakar lurtar eftir teimum :)