Nýggjastu tíðindini

22. 09. 2026
Rørslu og ruddingarvika
10. 09. 2026
Norðagøtu til Lorvíkar
01. 09. 2026
So eru vit aftur í gongd
01. 09. 2026
Ein sera væleydnaður fundur
18. 08. 2026
Felags foreldrafundur hjá skúla­stýri­num týsdagin 25.august.
14. 08. 2026
Renn avstað tú skalt í skúla
06. 08. 2026
Vælkomin aftur í skúla
02. 07. 2026
Samrøðubólkar
21. 06. 2026
Og so kom summar­frítíðin....
18. 06. 2026
Námsfrøði­ligur stuðul til forskúlan í Skála skúla
Fleiri tíðindi
25. 03. 2020

Góðu tit!

Góðu næmingar, foreldur og avvarðandi

Sum støðan er í løtuni, fara vit í skúla aftur í fyrsta lagi beint eftir páskir. Vit fara at minna tykkum á, at fylgja við í vikuætlanunum, soleiðis at tað ikki verður alt ov møtimikið, at koma aftur í skúla. Vit síggja, at tit hava verið ófør at fylgja við, haldið áfram við tí :)

Um spurningar eru, kunnu tit senda boð til læraran í lærugreinini ella til flokslæraran, um okkurt annað er at spyrja um. Skúlin er opin, soleiðis at tit kunnu koma inn, um tit mangla onkra bók ella annað tilfar. Eisini kunnu tit fara inn á bókasavnið, at lána tykkum bøkur. Tað er gott at brúka ein part av tíðini, at lesa bøkur :)

Vit fara at hava eina spurnarkapping hesar vikurnar, til vit síggjast aftur. Hvørja viku kunnu tit gita ein kendan persón, eitt ávíst stað í Føroyum og ein ávísan lut. Tit skulu skriva navnið hjá tykkum, hvør vika tað er, nummarið á spurninginum og svarið á eitt pappír. Tá vit møtast aftur fara vit at kanna svarini, øll fáa ein vinning :)

Vit gleða okkum, til vit øll møtast aftur í skúlanum. Ansið eftir tykkum og hvørjum øðrum.

Spurnakapping