Nýggjastu tíðindini

18. 08. 2026
Felags foreldrafundur hjá skúla­stýri­num týsdagin 25.august.
14. 08. 2026
Renn avstað tú skalt í skúla
06. 08. 2026
Vælkomin aftur í skúla
02. 07. 2026
Samrøðubólkar
21. 06. 2026
Og so kom summar­frítíðin....
18. 06. 2026
Námsfrøði­ligur stuðul til forskúlan í Skála skúla
18. 06. 2026
Starv í forskúla­num frá 12.august 2026 til 1.januar 2027
11. 06. 2026
Hagatúrur, tivolidagur og mangt annað.
03. 06. 2026
15.000.00 kr. til Reyða kross
28. 05. 2026
Lærarastarv í forskúla­num í Skála Skúla
Fleiri tíðindi
08. 10. 2019

Lærarastarv í Skála skúla

Til skúlaárið 2019/20 at byrja 1.novembur, verður søkt eftir einum lærara. Hetta er tíðaravmarkað starv skúlaárið 2019/2020, frá 1. november til 26. juni 2020 fyri lærara, sum fer frá vegna aldur.

Pultstímatalið er umleið 18 tímar.

Førleikakrøv Umsøkjari skal hava læraraútbúgving og skal hava góð samstarvsevni.

Søkt verður eftir lærara, sum:

· undir ábyrgd leiðslunnar tekur lut í dagliga arbeiði skúlans

· áhaldandi vil menna seg sjálvan og skúlan

· dugir væl at samstarva og samskifta

· er fúsur og hugaður fyri toymisarbeiði

Lønar- og setanartreytir

Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannsettur lærari frammanundan. Lærarastarvið verður lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjamálaráðið.

Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 28.oktobur 2019 kl. 12.00.

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Nomi Jacobsen, skúlaleiðara á tlf. 237052 ella á t-post : nomi.jacobsen@skulin.fo. Skála Skúli hevur í hesum skulaári 84 næmingar og 16 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skalaskuli.fo.