Nýggjastu tíðindini

21. 10. 2026
Næminga­ráðið valt
08. 10. 2026
Næminga­ráðið valt
08. 10. 2026
Væleydnað sangløta
05. 10. 2026
Syng føroyskt
30. 09. 2026
Útilív er góða lív
22. 09. 2026
Rørslu og ruddingarvika
10. 09. 2026
Norðagøtu til Lorvíkar
01. 09. 2026
So eru vit aftur í gongd
01. 09. 2026
Ein sera væleydnaður fundur
18. 08. 2026
Felags foreldrafundur hjá skúla­stýri­num týsdagin 25.august.
Fleiri tíðindi
13. 06. 2019

Lærarastørv í Skála Skúla

Til skúlaárið 2019/20 verður søkt eftir:

· 2 lærarum í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2019/2020 vegna farloyvi, niðursetta tíð og avlopstímar.

Endaliga tímatalið verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. september 2019.

 

Førleikakrøv

Umsøkjararnir skulu hava læraraútbúgving og mugu hava góð samstarvsevni.

Søkt verður eftir lærarum, sum:

· undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans

· áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan

· duga væl at samstarva og samskifta

· eru fús og hugað fyri toymisarbeiði

Lønar- og setanartreytir

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, ið sett verða, eru tænastumannsettir lærarar frammanundan. Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjamálaráðið.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 27. juni kl. 12.00.

 

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Nomi Jacobsen, skúlaleiðara á tlf. 237052 ella á t-post : nomi.jacobsen@skulin.fo.

Skála Skúli hevur komandi skúlaár uml. 75 næmingar og uml. 15 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skalaskuli.fo.