Nýggjastu tíðindini
Næmingaráðið valt
Væleydnað sangløta
Syng føroyskt
Útilív er góða lív
Rørslu og ruddingarvika
Norðagøtu til Lorvíkar
So eru vit aftur í gongd
Ein sera væleydnaður fundur
Felags foreldrafundur hjá skúlastýrinum týsdagin 25.august.
Renn avstað tú skalt í skúla
Mangt og hvat frá hesu vikuni
Nógv ymiskt hevur verið á skrá í hesu vikuni. Hesa vikuna hevur dentur verið lagdur á okkara vakra móðurmál runt um í landinum, og tað hevur tað eisini verið í okkara skúla. Eldru næmingar hava lisið fyri teimum yngru, lærarar hava lisið fyri næmingum, tey hava gjørt bókaummælið og lesibingo. Eisini annað stuttlig og spennandi hava vit gjørt m.a. bøkur. Í dag varð tikið lut ímillum innkomnu bókaummælini og hepni vinnaranir vórðu Malan Fríða í 6.fl. og Eyðhild í forskúlanum, tillukku tit báðar. Tær fingu eitt páskaregg hvør.
Týsdagin var talvkapping fyri tey eldru og tað var sera spennandi. Næmingarnir í Skála skúla duga og tíma sera væl at telva.
Valið máttu vit heldur ikki gloyma, so valt varð í millum at hava karrybollar, mIlliónbuff ella lasagnu og lasagnan vann við stórum meiriluta. Eftir páskafrítíðina, fara vit at hava ein góðan lasagnu val døgverða.