Nýggjastu tíðindini

10. 09. 2026
Norðagøtu til Lorvíkar
01. 09. 2026
So eru vit aftur í gongd
01. 09. 2026
Ein sera væleydnaður fundur
18. 08. 2026
Felags foreldrafundur hjá skúla­stýri­num týsdagin 25.august.
14. 08. 2026
Renn avstað tú skalt í skúla
06. 08. 2026
Vælkomin aftur í skúla
02. 07. 2026
Samrøðubólkar
21. 06. 2026
Og so kom summar­frítíðin....
18. 06. 2026
Námsfrøði­ligur stuðul til forskúlan í Skála skúla
18. 06. 2026
Starv í forskúla­num frá 12.august 2026 til 1.januar 2027
Fleiri tíðindi
24. 10. 2024

Uppstillingarfundur týskvøldið 29.oktobur kl.18.00

Skúlastýrisvalið verður týsdagin 12. november 2024. Foreldur hava ein týðandi leiklut í skúlagongdini hjá barninum. Ein av grundarsteinunum undir einari góðari skúlagongd er gott samskifti og samstarv. Gott gerandis samskifti og samstarv hevur alstóran týdning og við foreldraumboðum í skúlastýrinum, kunnu vit í felag gera ein enn betri skúla

Øll við foreldramyndugleika yvir børnunum, sum eru skrivað inn í skúlan, hava valrætt og valbæri til skúlastýrið. Vallistin liggur frammi á skrivstovuni í skúlanum fram til 5. november. Fólk, sum ikki eru á vallistanum, og sum hava valrætt og valbæri, skulu venda sær til forkvinnuna í valnevndini, sum er skúlastjórin, í seinasta lagi týsdagin 5. november fyri at koma á vallistan. Til ber at greiða brævatkvøðu á skrivstovu skúlans.

Í samband við valið, verður uppstillingarfundur í Miðhøllini í skúlanum týskvøldið 29. oktober kl 18.00. Á uppstillingarfundinum verður eisini kunnað um ábyrgd og uppgávur hjá skúlastýrinum, og umboð fyri fráfarandi skúlastýri greiða frá teirra royndum, hesi fýra árini tey hava sitið. Seinasta freist at lata valevnislistar inn er týsdagin 5. november kl 16.00. Valið verður saman við kommunuvalinum.