Nýggjastu tíðindini
Ítróttardagur
Spæliliðið fingið prógv
Lærarastarv í Forskúlanum í Skála skúla
Reyðakross cafein
Skálafjall
Kvøldseta hóskvøldið kl.18.00
Endurnýtslufestivalur í okkara skúla
Søkt verður eftir lærara og stuðli
Felags morgunsangur
4 & 6 flokkur í landsroynd

Eitt nýtt skúlaár og nógv spennandi á skránni
Nú eru vit komin væl í gongd við nýggja skúlaárið. Vit hava sagt farvæl við nakrar næmingar og sagt vælkomin við aðrar. Vit hava havt skúlarenning og tey yngstu vóru eisini sera røsk at renna, tey eru kná. 5.fl. gjørdi í fjør eina granskingarverkætlan um chili, sum tey hava fingið virðisløn fyri. Tey vóru kosin Ársins vitanarfróðu 2024 og fingu 3000 kr. 5.septembur er næmingaval á skránni, har 4.,5.,6. og 7.fl.kunnu stilla upp. Vónandi eru tað fleiri, sum vilja bjóðað seg fram.So nógv er á skránni og so er tað grøðin, sum skal fáast til høldar. Rabarburnar hevur forskúlin tikið upp og skorið, vit fingu 8 kg. Tey gjørdu leskiligt rabarbusaft av einum parti og tað smakkaði sera væl. Eplaveltan og rótakálið síggja gott út, so vit fáa okkum eina góða máltíð seinni í ár. Nakrar myndir, so tit síggja ein part av tí vit gera í Skála skúla


















