Nýggjastu tíðindini
Norðagøtu til Lorvíkar
So eru vit aftur í gongd
Ein sera væleydnaður fundur
Felags foreldrafundur hjá skúlastýrinum týsdagin 25.august.
Renn avstað tú skalt í skúla
Vælkomin aftur í skúla
Samrøðubólkar
Og so kom summarfrítíðin....
Námsfrøðiligur stuðul til forskúlan í Skála skúla
Starv í forskúlanum frá 12.august 2026 til 1.januar 2027
Takk fyri stuðulin
Væleydnað tiltak fyri Reyða Krossi
23.apríl høvdu vit nógvar gestir í skúlanum. Alt eydnaðist sera væl. Tað merkist, at vit hava havt hetta tiltakið í nøkur ár. Næmingarnir eru sera raskir og vita júst, hvat tey skulu gera. Tey býta seg í bólkar og skiftast um at sita við kassan, baka vaflur, rudda og mangt annað. Eisini tey yngru eru við, tey seta prísseðlar á tingini, gera skelti og seta leikurnar pent upp. Ein sera hugnaligur og góður dagur. Inn komu 10.483,50 kr., av hesum fara 1582,00 kr. til Grøna skúlan og restin fer so til Reyða Kross. Vit vilja fegin takka tykkum øllum fyri stuðulin. Takk fyri at tit lata lutir og klæðir, at tit møta so væl upp og gera tykkara til, at tað gongur so væl. Ein serlig tøkk til Skálan og Bakaríið á Skála, sum altíð eru klár at stuðla okkum.