Nýggjastu tíðindini

28. 04. 2026
Ein spennandi vika er farin afturum
20. 04. 2026
Nógv spennandi á skrá í samband við mentunarvikuna
06. 04. 2026
Vit møta aftur týsdagin kl.8.00
26. 03. 2026
Mangt og hvat frá hesu vikuni
22. 03. 2026
Føroyar lesa, og vit lesa
19. 03. 2026
Tjaldur ver vælkomið
06. 03. 2026
Fyrrver­andi næmingar í starvs­venjing
17. 02. 2026
Oman kemur grýla av gørðum...
30. 01. 2026
Nakrar myndir frá okkara skúladegi
20. 01. 2026
Føroyar frammá......
Fleiri tíðindi
28. 04. 2023

Eitt væleydnað og hugnaligt tiltak

Hósdagin 27. apríl høvdu vit nógvar gestir á gátt í skúlanum. Fyrst var felags morgunsangur, har skúlakórið sang, og næmingaráðið skipaði fyri morgunsangi. Undirtøkan var sera góð, við nógvum áhoyrarum í øllum aldri. Skúlakórið er skipað av Jón Magnus og Gunnar. Børnini sungu m.a. Várið er eitt lambamæ eftir Sólrun Michelsen, Saman eru vit vøkur eftir Niclas Hera Jákupsson og Tað kundi verið eg eftir Steintór Rasmussen. 

 

Kl. 11 kom Barnaútvarpið á vitjan. Børnini vístu runt, og greiddu frá hvussu tey høvdu fyrireikað seg til Reyða kross kaféina. Spennandi verður at lurta, tá ið hetta kemur í útvarpið. 

 

kl 14-18 var Reyða Kross Kafé har næmingar skipaðu fyri loppurmarknaði. Eisini seldu næmingar ymiskt ið teir sjálvir høvdu framleitt, m.a. innkeypsnet, hitapútur, sapu, krem o.a. Eisini var møguleiki at keypa tulipanir, sum forskúlin hevði sátt, og ymsar urtapottar, sum børnini høvdu plantað. 

Dagurin endaði við at barnakórið sang kl. 17.30, aftaná framførdu tvær gentur við tvørfloytum, og síðan sang kórið hjá Jóhann.

Undirtøkan var sera góð. Hugaligt er at skipa fyri tílíkum, tá ið tit stuðla okkum so væl, bæði við at lata lutir, pløgg og annað, og at møta væl upp:)

Bakarin á Skála, Skálin og Runavíkar kommuna, eru eisini hollir stuðlar, og eru vit sera takksom fyri hetta.

Úrslitið av hesum var, at nærum 11.000 krónur komu inn til Reyða Kross.