Nýggjastu tíðindini
Norðagøtu til Lorvíkar
So eru vit aftur í gongd
Ein sera væleydnaður fundur
Felags foreldrafundur hjá skúlastýrinum týsdagin 25.august.
Renn avstað tú skalt í skúla
Vælkomin aftur í skúla
Samrøðubólkar
Og so kom summarfrítíðin....
Námsfrøðiligur stuðul til forskúlan í Skála skúla
Starv í forskúlanum frá 12.august 2026 til 1.januar 2027
Grønir dagar
Mánadagin og týsdagin arbeiddu vit burturav við evnum, sum høvdu við grøna skúlan at gera. Tveir teir fyrstu tímarnar vóru fyrilestrar og næmingarnir arbeiddu meira fakliga. restina av skúladegnum, arbeiddu vit í verkstøðum. Gunnhild Dahl Niclasen helt fyrilestur fyri næmingunum, fyrst teimum yngru og so teimum eldru. Tey vóru sera áhugaði og komu við fleiri gullkornum. Gunnhild dugdi sera væl, at gera tað áhugavert. Verkstovurnar vóru ymiskar og spennandi. Spøl og postarenningar vóru á skránni.Næmingarnir gjørdu ljós, krem og feittstiftir úr tálg. Tey seymaðu taskur og hitapútir úr brúktum gardinum og dúkum. Eisini gjørdu tey bomm, plantaðu ymiskt og gjørdi páskaprýði, úr gomlum pappírsrestum og heimagjørdum pappíri. Teir grønu dagarnir eydnaðust so væl, at hetta fara vit at hava aftur.