Nýggjastu tíðindini
Norðagøtu til Lorvíkar
So eru vit aftur í gongd
Ein sera væleydnaður fundur
Felags foreldrafundur hjá skúlastýrinum týsdagin 25.august.
Renn avstað tú skalt í skúla
Vælkomin aftur í skúla
Samrøðubólkar
Og so kom summarfrítíðin....
Námsfrøðiligur stuðul til forskúlan í Skála skúla
Starv í forskúlanum frá 12.august 2026 til 1.januar 2027
Vitjan úr Kvívík
Fríggjadagin fingu vit vitjan úr Kvívíkar skúla. Tey komu at kunna seg nærri um, hvussu vit skipa okkum, sum ein grønur skúli. Vit eru sera glað fyri, at vit kunnu greiða frá okkara royndum, og hvat hevur riggað væl og hvat vit hava lært,ígjøgnum ymisk sum vit hava gjørt, ikki riggar so væl. Næmingarnir í Skála skúla, dugdi væl at greiða frá og vísa teimum, hvussu tey loysti tær ymisku uppgávurnar, í samband við, at vit í Skála skúla, vilja verða alt meira burðardygg. Næmingar og lærarar úr Kvvíkar skula, vóru sera áhugaði, og ætlaðu sjálvi at fara í gongd sum skjótast. Vit vóna, at vit kunnu verða við til at hjálpa teimum, at koma lættari í gongd.Eisini luttóku tey í eini spurnarkanning, sum 6.flokkur hjá okkum ger, sum kannar gerandisvanar og burðardygni. Talvborðið kom eisini fram og tað gekk bara væl, hjá báðum pørtum. Vit bjóðaðu teimum, at koma aftur. Tá fara næmingarnir at vísa teimum, hvussu vit gera ymiskt úr tálg, s.s. sápu, krem og ljós.