Nýggjastu tíðindini
Næmingaráðið valt
Væleydnað sangløta
Syng føroyskt
Útilív er góða lív
Rørslu og ruddingarvika
Norðagøtu til Lorvíkar
So eru vit aftur í gongd
Ein sera væleydnaður fundur
Felags foreldrafundur hjá skúlastýrinum týsdagin 25.august.
Renn avstað tú skalt í skúla
Føðingardagur og talentkappingin 2023
Fríggjadagin hildu vit føðingardagin hjá skúlanum og hjá okkum øllum, sum ganga í Skála skúla.
Vit sungu føðingardagssangir og fingu føðingardagskringlu, akkurát, sum til ein vanligan føðingardag. Umframt at halda føðingardag, høvdu vit eisini talentkapping í skúlanum. Hetta var tó ikki nøkur kapping, tí øll fingu vinningar, sum upptraðkaðu. Næmingaráðið skipaði fyri kappingini, og hesum komu tey væl frá.
Nógv ymiskt undirhald var at síggja, har var gandur av ymiskum slag, sangur, dansur við og uttan hularingum og onkur fortaldi eisini skemtisøgur. Eins og seinast vit høvdu talentkapping, var undirhaldið hjá Emil sera væl umtókt. Hann dugdi, við góðari hjálp frá áskoðarunum, at ganda Ólavur burtur. Tíbetur bar til at ganda hann aftur eisini :)