Nýggjastu tíðindini

08. 10. 2026
Næminga­ráðið valt
08. 10. 2026
Væleydnað sangløta
05. 10. 2026
Syng føroyskt
30. 09. 2026
Útilív er góða lív
22. 09. 2026
Rørslu og ruddingarvika
10. 09. 2026
Norðagøtu til Lorvíkar
01. 09. 2026
So eru vit aftur í gongd
01. 09. 2026
Ein sera væleydnaður fundur
18. 08. 2026
Felags foreldrafundur hjá skúla­stýri­num týsdagin 25.august.
14. 08. 2026
Renn avstað tú skalt í skúla
Fleiri tíðindi
13. 07. 2022

Skúlaárið 2021-2022


 
Longu er hetta skúlaárið farið afturum. Nógvar spennandi, stuttligar og læruríkar løtur eru at minnast afturá.

Vit vóru m.a. sera glað, tá ið vit aftur í ár fingu herðaklappið fyri okkara arbeiði, við at verða ein grønur skúli, Hetta gevur okkum árræði til at halda á við hesum.
Eisini hava spennandi løtur verið, tá ið næmingar okkara til dømis  luttóku í talvkapping og Skúlaleikum, við góðum úrsliti.
Nátttúru-upplivingarnar hava eisini verið mangar bæði hjá stórum og smáum. Vit hava verið nógvar túrar bæði til fjals og í fjøru, og í øllum veðri.  Hetta gevur góðar felags upplivingar, sum eru stuttligar at minnast afturá :)
 
Aftur í ár, eins og farnu árini gingu vit til Selatraðar, og sera stuttligt var at síggja hvussu ófør, eisini tey yngstu børnini vóru at ganga. Hesum vóru tey sera stolt av, og tað hava tey orsøk til vera.
Í samband við útivikuna, vóru vit eins og í fjør, á fjørðinum og fiskaðu. Aftur í ár vóru tað Jógvan og Jørgin, sum vóru so fittir, at koma við okkum.


Vit høvdu eina hugnaliga løtu saman við 7.flokki. Vit fara at sakna tey  og ynskja teimum alt tað besta. Tey hava givið sítt stóra íkast, at vit kunnu kalla okkum ein grønur skúli.


Vit vilja takka tykkum øllum fyri eitt gott og læruríkt skúlaár.


Vit gleða okkum at síggja næmingarnar aftur hósdagin 18.august :)