Nýggjastu tíðindini

10. 09. 2026
Norðagøtu til Lorvíkar
01. 09. 2026
So eru vit aftur í gongd
01. 09. 2026
Ein sera væleydnaður fundur
18. 08. 2026
Felags foreldrafundur hjá skúla­stýri­num týsdagin 25.august.
14. 08. 2026
Renn avstað tú skalt í skúla
06. 08. 2026
Vælkomin aftur í skúla
02. 07. 2026
Samrøðubólkar
21. 06. 2026
Og so kom summar­frítíðin....
18. 06. 2026
Námsfrøði­ligur stuðul til forskúlan í Skála skúla
18. 06. 2026
Starv í forskúla­num frá 12.august 2026 til 1.januar 2027
Fleiri tíðindi
04. 11. 2021

Korona tilmæli

Í samband við, at talið av koronatilburðum, er so nógv vaksið seinastu tvær vikurnar, hevur Undirvísingarstýrið, sent skúlunum eitt kunnandi skriv, har mælt verður til, at skúlarnir vísa størsta varsemi og seta ávís tiltøk í verk, í fyrstu syfti í 10 dagar.
Hetta kemur at ávirka skúladagin hjá næmingunum.
Tá næmingarnir koma um morgunin, skulu teir fara beint inn í skúlastovuna. Tá tey fara í fríkorter, skulu tey fara beint út. Um veður ikki er at vera úti, skulu næmingarnir vera inni í sínari skúlastovu.
 
Tað er umráðandi, at næmingarnir hava egið pennahús við øllum amboðum - blýantar, litblýantar, blýantspískara, viskileður, linjál, saks, límstift v.m. - alt tað, ið teir hava brúk fyri í undirvísingini.
 
Tey skulu bert vera saman við sínum flokki, so fyribils verður ongin felags morgunsangur, ei heldur kórvenjing.
Næmingarnir skulu vaska sær ella spritta hendurnar, tá tey fara í fríkorter og tá tey koma innaftur. Eisini fara vit at minna tey á, at tey skulu halda frástøðu.
Vit mugu øll vera serliga varin í hesum døgum. Vísir næmingurin sjúkraeyðkenni, skal hann ikki koma í skúla, men skal fara at testa seg, og skal ikki koma í skúla aftur, fyrrenn hann hevur fingið eitt negativt svar.
 
Minnist til at siga okkum frá, um næmingurin ikki kemur í skúla.

Fyri at sleppa undan, at ov nógv fólk koma inn í skúlan, vilja vit heita á tykkum, sum koma  við og eftir næmingum, bert at koma til úthurðina.