Nýggjastu tíðindini
Útilív er góða lív
Rørslu og ruddingarvika
Norðagøtu til Lorvíkar
So eru vit aftur í gongd
Ein sera væleydnaður fundur
Felags foreldrafundur hjá skúlastýrinum týsdagin 25.august.
Renn avstað tú skalt í skúla
Vælkomin aftur í skúla
Samrøðubólkar
Og so kom summarfrítíðin....
Rørsludagur áðrenn heystfrítíðina
Vit høvdu ein stuttligan rørsludag fríggjadagin fyri heystfrítíðina.
Fólkaheilsuràðið hevur sett sjóneykuna á m.a. rørslu í oktobur mánað. Vit leggja dent á í skúlanum, at næmingarnir eru virknir, so vit valdu, at fríggjadagin, skuldu vit gera nakað serligt burturúr.
Næmingarnir renna ofta nakrar ferðir runt um skúlan, um tey hava brúk fyri at røra seg í tímunum. Aftaná nógvar útrokningar, funnu vit útav, at tað eru 160 metrar rundanum skúlan, hvussu langt koma vit so, um vit renna 10 ferðir, 20 ferðir ella longri ?
Nógv varð roknað og runnið, og vit avgjørdu, at vit skuldu vita, um vit kláraðu í felag, at renna frá Akrabyrgi til Viðareiðis, hesin teinurin er 149000 metrar!
Fylgt varð við allatíðina á Google Maps, og spenningurin vaks, so hvørt vit sóu, at "maðurin, kom longur og longur norður. Sigast skal, at vit kláraðu tað væl og virðiliga. Ein sera væleydnaður dagur, har allir næmingar vóru virknir, stórir sum smáir. Vit høvdu eitt felags mál og vit náddu tað :)