Nýggjastu tíðindini

05. 11. 2026
Vetrar­hálvan við kreativiteti og hugna
21. 10. 2026
Næminga­ráðið valt
08. 10. 2026
Næminga­ráðið valt
08. 10. 2026
Væleydnað sangløta
05. 10. 2026
Syng føroyskt
30. 09. 2026
Útilív er góða lív
22. 09. 2026
Rørslu og ruddingarvika
10. 09. 2026
Norðagøtu til Lorvíkar
01. 09. 2026
So eru vit aftur í gongd
01. 09. 2026
Ein sera væleydnaður fundur
Fleiri tíðindi
04. 06. 2021

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðlum til Skála Skúla

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðiligum stuðlum til næmingar við serligum tørvi í Skála Skúla:

 

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2021-2022.

            Størvini eru við setanarbrotinum 0,5

 

·         Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, og at tú fegin vil hava gott samstarv við leiðslu, lærarar, foreldur og næmingar.

·         Eisini verður væntað, at tú tekur undir við hugsjónini hjá skúlanum, um burðardygga menning

 

Tey ið sett verða, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving.  

 

Um ongin námsfrøðingur søkir,verða størvini sett við hjálparfólki. Fyrimunur er at hava royndir, sum stuðul í fólkaskúlanum.

 

Lønar og setanartreytir:

Lønt eftir sáttmála millum Føroya  Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða  løntir í lønarflokki 11-20, 11-21 frá 1. oktobur 2018. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv.

Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.

 

Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli, skulu verða skúlaleiðararnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 18.juni 2021 kl. 12.00.

 

Umsóknir verða sendar til:

Skála Skúla

Skálavegur 194

480 Skála

Ella í teldubrævi til: nomi.jacobsen@skulin.fo 

 

 

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Nomi Jacobsen, skúlaleiðara á tlf. 237052 ella á t-post nomi.jacobsen@skulin.fo 

Skála Skúli hevur komandi skúlaár uml. 80 næmingar og uml. 15 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skalaskuli.fo