Nýggjastu tíðindini
Útilív er góða lív
Rørslu og ruddingarvika
Norðagøtu til Lorvíkar
So eru vit aftur í gongd
Ein sera væleydnaður fundur
Felags foreldrafundur hjá skúlastýrinum týsdagin 25.august.
Renn avstað tú skalt í skúla
Vælkomin aftur í skúla
Samrøðubólkar
Og so kom summarfrítíðin....
Farloyvisstarv í forskúlanum í Skála Skúla
Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til forskúlan í Skála Skúla skúlaárið 2022-2023:
Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
· Undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði forskúlans
· Áhaldandi vilja menna seg sjálvan og forskúlan
· Duga væl at samskifta og samstarva
· Taka undir við hugsjónini hjá skúlanum um burðardygga menning
Lønar og setanartreytir:
Starvið er lønt av Runavíkar kommunu, sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið, Føroya petagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli, skulu verða skúlaleiðararnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 8.apríl 2022 kl. 12.00.
Umsóknir verða sendar til: nomi.jacobsen@skulin.fo
Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Nomi Jacobsen, skúlaleiðara, á tlf. 237052 ella á t-post nomi.jacobsen@skulin.fo.
Skála Skúli hevur næsta skúlaár uml. 70 næmingar og uml. 13 starvsfólk.
Í forskúlanum ganga næsta ár 5 næmingar. Vit leggja dent at gera skúlan alsamt meira burðardyggan, og at geva rúmd fyri meira kreativiteti og rørslu í undirvísingini.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skalaskuli.fo