Nýggjastu tíðindini

21. 10. 2026
Næminga­ráðið valt
08. 10. 2026
Næminga­ráðið valt
08. 10. 2026
Væleydnað sangløta
05. 10. 2026
Syng føroyskt
30. 09. 2026
Útilív er góða lív
22. 09. 2026
Rørslu og ruddingarvika
10. 09. 2026
Norðagøtu til Lorvíkar
01. 09. 2026
So eru vit aftur í gongd
01. 09. 2026
Ein sera væleydnaður fundur
18. 08. 2026
Felags foreldrafundur hjá skúla­stýri­num týsdagin 25.august.
Fleiri tíðindi
05. 05. 2021

Skála skúli vann gull og silvur í talvi

Undankapping í skúlatelving hevur verið á skránni hesa vikuna, 4.-5. mai. Helgi Dam Ziska, umboðandi Nám, stóð fyri kappingini. Eysturoy og Norðuroyggjar telvaðu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, meðan restin av landinum fer at telva undankappingina á Giljanesi komandi tveir dagarnar. 

3.-4. flokkur á Skála telvaðu við trimum liðum - hvørt við 6 luttakarum og eykafólki at seta inn. Sera hørð kapping stóð um tvey tey fremstu plássini. Tað var Tofta skúli, ið var harðasti kappingarneyti hjá Skála. Kappingin endaði við jøvnum stigatali (20,5 stig), men av tí at toftaliðið hevði vunnið innanhýsis dystin, so avgjørdi fínteljingin við telduni, at Toftir skuldi strúka avstað við gullinum. Skálanæmingarnir vunnu sostatt silvur. 

5.-7. flokkur á Skála telvaði í dag, somuleiðis við trimum liðum. Hendan undankappingin var fyri 5.-10. flokk, so næmingarnir á Skála telvaðu móti næmingum, ið eisini komu úr framhaldsdeildini. 14 lið luttóku tilsamans.

Aftur vóru tað Toftir og Skála, ið trokaðust um tey fremstu plássini. Spenningur var í hásæti til tað seinasta. Í dag koppaði rætta vegin hjá liðinum Skála 1, sum vann kappingina. Liðið fekk 21,5 stig. Teimum á baki kom Toftir 1 við 21 stigum og Toftir 2 við 20 stigum.

Finalan verður telvað á Finsen í Havn 18.-19. mai.

Mikudagin, 19. mai, telva 3.-4. flokkar finalukapping.
Hósdagin, 20. mai, telva 5.-10. flokkar finalukapping.

Spennandi verður...