Nýggjastu tíðindini

21. 10. 2026
Næminga­ráðið valt
08. 10. 2026
Næminga­ráðið valt
08. 10. 2026
Væleydnað sangløta
05. 10. 2026
Syng føroyskt
30. 09. 2026
Útilív er góða lív
22. 09. 2026
Rørslu og ruddingarvika
10. 09. 2026
Norðagøtu til Lorvíkar
01. 09. 2026
So eru vit aftur í gongd
01. 09. 2026
Ein sera væleydnaður fundur
18. 08. 2026
Felags foreldrafundur hjá skúla­stýri­num týsdagin 25.august.
Fleiri tíðindi
20. 01. 2020

Skála skúli á kt-stevnu í London

Í morgun fóru fýra næmingar úr 7. flokki til London saman við Nomi & Andriásu. Vit eru útvald at vera við á stóru kt-stevnuni British Educational Training and Technology Show, stytt BETT

Næmingarnir hava í vetur arbeitt við einari samstarvsverkætlan, sum Nordic Craft hevur skipað fyri.

Endamálið er at fáa hugskot og finna loysnir á gerandisligum og veruleikakendum avbjóðingum.

Í verkætlanini hava vit arbeitt saman við einum norskum flokki undir tvítýðuga evninum “Klima (u)smarte forældre”, har næmingarnir skulu stuðla upp undir at foreldrini hugsa um umhvørvið og at tey verða meira umhvørvisvinarlig.

Á kt-stevnuni í London fara næmingarnir á enskum at leggja fram partar av verkætlanini á einum stórum palli fyri øllum teim møttu.

Nordic Craft er ein norðurlendsk verkætlan, sum Norðurlendska Ráðharraráðið stuðlar. Í Føroyum er tað Nám, ið samskipar Nordic Craft.

Vit gleða okkum at hoyra meir um túrin.