Nýggjastu tíðindini
Mín jólabók 2025
23000,00 kr. til Krabbameinsfelagið frá Skála skúla.
Vælkomin í skúlan í morgin, hósdagin , millum kl.16.00 og kl.18.00
Kom og stuðla krabbameinsfelagnum
Varmakeldugarðurin
Forskúlin vitjar Mowi
Næmingaráðið í Skála skúla valt. Inn komu fyri 7.fl. Mira, 6.fl. Malan Fríða, Jónfinnur og Aura. 5.fl. Rebekka og William, og fyri 4.fl.Signa, Poul Hans og Rosa Ann
Vit eru eisini partur av Rudda Føroyar
Visti tú av, at gularót er sera gott fyri eyguni?
Væleydnaður foreldrafundur
			
				Setursskúli við Gjógv
Hósmorgunin 31. mai fóru 12 glaðir næmingar saman við lærarum og stuðli til Gjáar á setursskúla. Hóast veðurforsøgnin segði yvirskýggjað, so skein sólin so fagurliga báðar dagarnar, ið vit vóru við Gjógv. Vit skuldu búleikast í Bygdahúsinum. Áin, ið rennur fram við húsunum er eitt frálíkt spælipláss, og har bleiv nógv tíð brúkt. Við Gjógv er eisini ein sparkivøllur, og hann bleiv eisini sera nógv brúktur. Garðurin rundanum vøllin var ikki liðugur, so bólturin endaði í heilum í ánni. Vitjað bleiv eisini í Gjónni, við minnisvarðan, hjá seyðinum hjá Johan og í sermerkta og vakra garðinum. Um kvøldið fingu vit góðan døgurða og hugnaðu okkum við góðgæti og ymiskum spølum. Dagin eftir bleiv ruddað, vaskað og spælt í ánni og á sparkivøllinum. Á middegi vóru vit aftur á Skála, glað og vælnøgd eftir ein framúr góðan túr. Fleiri myndir eru at síggja í myndasavninum hjá 4.fl.