Nýggjastu tíðindini

08. 01. 2026
Veturin kom við kulda og kava.......
27. 12. 2025
Gleðilig jól og eitt eydnuber­andi nýggjár ynskja vit tykkum. Takk fyri gott samstarv og hugnaligar løtur.
15. 12. 2025
Í hesu vøkru jólatíð......
09. 12. 2025
Jóla­verkstøð og mangt annað
05. 12. 2025
Jóla­stákan
21. 11. 2025
Talvkapping
12. 11. 2025
Vit hava eisini flett
31. 10. 2025
Mín jólabók 2025
27. 10. 2025
23000,00 kr. til Krabbameins­felagið frá Skála skúla.
22. 10. 2025
Vælkomin í skúlan í morgin, hósdagin , millum kl.16.00 og kl.18.00
Fleiri tíðindi
21. 09. 2025

Vit eru eisini partur av Rudda Føroyar

59 kg. av óruddi bleiv tikið upp á Skála av røsku næmingunum í Skála skúla

Tá tey ringdu frá felagsskapinum Rudda Føroyar, um vit høvdu hug at verða við, søgdu vit beinavegin ja. Umboð fyri Rudda Føroyar, kom at greiða okkum frá og tað var sera áhugavert. Hon fekk sjálvandi eitt innkeypsnet, sum børnini høvdu seymað, sum gávu frá okkum. Seinastu vikuna hava vit so ruddað kring bygdina. Vit ruddaðu fram við sjóarmálanum frá Skipasmiðjuni og út til Prestá, niðan við Prestá og heimeftir vegnum til skúlan. Eisini ruddaðu vit við íróttarøkið og kring skúlan. 

Í fjøruni var mest av jarndeilum, s.s. jarnstengur, partar av motorum, plastikkíløt, sum hol var komið á, plastikk av ymiskum slagi og garn, nylon og togendar. Við Prestá og framvið vegnum var mest av innpakkningi av mati og góðgæti, sigarettstubbar og eingangskoppar. Við ítróttarøkið funnu vit sum altíð eina rúgvu av sigarettstubbum, snúsposar og dósir, umframt innpakning av ymiskum, sum fólk hava hugnað sær við, s.s. bomm, pizza, sodavatn og blikk.

Kring skúlan var ikki so nógv, tíbetur eru børnini  ófør at brúka rusksíløtuni.

Trýst her fyri at lesa meira