Nýggjastu tíðindini

17. 02. 2026
Oman kemur grýla av gørðum...
30. 01. 2026
Nakrar myndir frá okkara skúladegi
20. 01. 2026
Føroyar frammá......
12. 01. 2026
Vælkomin til kunnandi fund um forskúlan mánakvøldið 19.januar kl.18.00
08. 01. 2026
Veturin kom við kulda og kava.......
27. 12. 2025
Gleðilig jól og eitt eydnuber­andi nýggjár ynskja vit tykkum. Takk fyri gott samstarv og hugnaligar løtur.
15. 12. 2025
Í hesu vøkru jólatíð......
09. 12. 2025
Jóla­verkstøð og mangt annað
05. 12. 2025
Jóla­stákan
21. 11. 2025
Talvkapping
Fleiri tíðindi
30. 09. 2025

Varmakeldugarðurin

Mánadagin var 3. og 4.fl. og vitjaði Varmakeldugarðin. Hesin garðurin liggur í Gøtudali. Har eru nógvar mjólkikýr og ikki minst vóru tað kálvarnir, sum børnini vóru so sera góð við. Bára, bóndakonan, dugdi sera væl at greiða frá um bóndalívið í Føroyum, bæði søguliga og fram til okkara tíð. Neytini ganga leys í fjósinum og har var nógv nýtímans tøkni. Her kann nevnast ein mjólkirobottur, ein robottur sum gav hoyggj og ein sum sópaði fjósgólvið. Tó sóu vit, at har var nógv at gera, hjá hesum røsku bóndafólkunum. Gott at vit kunnu sleppa út at síggja, hvussu bóndalívið er.