Nýggjastu tíðindini
21. 11. 2025
Talvkapping
12. 11. 2025
Vit hava eisini flett
31. 10. 2025
Mín jólabók 2025
27. 10. 2025
23000,00 kr. til Krabbameinsfelagið frá Skála skúla.
22. 10. 2025
Vælkomin í skúlan í morgin, hósdagin , millum kl.16.00 og kl.18.00
15. 10. 2025
Kom og stuðla krabbameinsfelagnum
30. 09. 2025
Varmakeldugarðurin
30. 09. 2025
Forskúlin vitjar Mowi
21. 09. 2025
Næmingaráðið í Skála skúla valt. Inn komu fyri 7.fl. Mira, 6.fl. Malan Fríða, Jónfinnur og Aura. 5.fl. Rebekka og William, og fyri 4.fl.Signa, Poul Hans og Rosa Ann
21. 09. 2025
Vit eru eisini partur av Rudda Føroyar
21. 08. 2025
Vælkomin aftur í skúla
So eru vit komin væl í gongd við nýggja skúlaárið. Vit eru øll spent, tá vit byrja eitt nýtt skúlaár, men eg rokni við, at tey sum koma fyrstu ferð í skúla, forskúlin, og tey sum byrja í 1.flokki, eru serliga spent. Í ár komu 10 børn í 1.flokk, tey síggja vit á myndini, og 13 í forskúlan. Næmingarnir eru longu farnir, at rokast uttanfyri. Veltan var full av grasi, so tað var bara eitt at gera, og tað var at fáa grasið burtur. Eisini runt um runnarnar, hevði grasið breitt seg. Tað hjálpti væl, at vaflur vóru at fáa aftaná.