Nýggjastu tíðindini

03. 06. 2026
15.000.00 kr. til Reyða kross
28. 05. 2026
Lærarastarv í forskúla­num í Skála Skúla
28. 05. 2026
Lærarastarv í Skála skúla
18. 05. 2026
Rætting til hósdagin
13. 05. 2026
Reyðakross cafe
05. 05. 2026
Útilív er góðalív
28. 04. 2026
Ein spennandi vika er farin afturum
20. 04. 2026
Nógv spennandi á skrá í samband við mentunarvikuna
06. 04. 2026
Vit møta aftur týsdagin kl.8.00
26. 03. 2026
Mangt og hvat frá hesu vikuni
Fleiri tíðindi
30. 05. 2025

Lærarastarv í Forskúlanum í Skála skúla

Lærarastarv í Forskúlanum í Skála skúla

Til skúlaárið 2025/26 at seta 1. august 2025 verður søkt eftir einum lærara í farloyvisstarv í Forskúlanum, sum hoyrir til Skála skúla. Søkt verður eftir einum lærara, at undirvísa 19 tímar um vikuna. Førleikakrøv Umsøkjararnir skulu hava læraraútbúgving og hava góð samstarvsevni. Søkt verður eftir lærara, sum: • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans • taka undir við hugsjónini hjá skúlanum um burðardygga menning • áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan • duga væl at samstarva og samskifta

Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er forskúlin, sum hoyrir til Skála skúla. Lærarastarvið verður lønt av Runavíkar kommunu, sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 13.juni kl.12 Umsóknir verða sendar við telduposti til nomi.jacobsen@skulin.fo

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Nomi Jacobsen, skúlastjóra á tlf. 237052 ella á t-post: nomi.jacobsen@skulin.fo

________________________________________________________________________________ Skúlaárið 2025-2026 fara væntandi 14 næmingar at ganga í Forskúlanum í Skála skúla. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðu skúlans: www.skalaskuli.fo