Nýggjastu tíðindini

21. 04. 2024
Týsdagin 23.apríl
15. 04. 2024
Landsroynd 2024
22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
Fleiri tíðindi
13. 03. 2022

Nýtt frá grøna skúlanum :)

Stuttligt hjá okkum, nú tá ið vit hava arbeitt at gerast ein grønari skúli, at vit nú eru komin í eina bók, ið snýr seg um mat og burðardyggar vanar.
 
Bókin eitur ”Matur -okkara virðismikla tilfeingi”. Rithøvundarnir Sanna Andrassdóttir Dahl og Gunnhild Dahl Niclasen viðmæla at bæði børn og vaksin lesa bókina. Í áhugaverdu samrøðuni í útvarpinum, greiða tær báðar m.a. frá,  at tær hava vitjað Skála skúla, ið sambært teimum ”slóðar fyri á hesum øki”: 

Nón ( samrøða)
 
Hetta er bæði hugaligt og motiverandi hjá okkum at hoyra, og vit ætla sjálvsagt at halda á við góðum treysti. Nú fyrsti várdagur er farin afturum, fara vit at gera klárt at seta epli niður, planta jarðber og grønmeti av ymiskum slagi. Umframt eina stóra eplaveltu, fara vit at seta 5 ymisk sløg av eplum niður, fyri at vita, hvørjum vit fáa mest burturúr. Eins og í fjør, fara vit at royna ymisk sløg av tøðum, eisini vætuna, frá okkara sankutøðum, fyri at vita, hvat gevur mest fold.


Tað nýggjasta á skránni, er at fara brúka alla tálgina, sum vit fingu í heyst, tá okkara fitti húsavørður fletti. Vit eru farin í gongd við at mala og kóka hana. Spennandi verður, hvussu tað fer at ganga við at gera sápu og ljós.