Nýggjastu tíðindini

31. 10. 2025
Mín jólabók 2025
27. 10. 2025
23000,00 kr. til Krabbameins­felagið frá Skála skúla.
22. 10. 2025
Vælkomin í skúlan í morgin, hósdagin , millum kl.16.00 og kl.18.00
15. 10. 2025
Kom og stuðla krabbameins­felagnum
30. 09. 2025
Varmakeldugarðurin
30. 09. 2025
Forskúlin vitjar Mowi
21. 09. 2025
Næminga­ráðið í Skála skúla valt. Inn komu fyri 7.fl. Mira, 6.fl. Malan Fríða, Jónfinnur og Aura. 5.fl. Rebekka og William, og fyri 4.fl.Signa, Poul Hans og Rosa Ann
21. 09. 2025
Vit eru eisini partur av Rudda Føroyar
21. 09. 2025
Visti tú av, at gularót er sera gott fyri eyguni?
12. 09. 2025
Væleydnaður foreldrafundur
Fleiri tíðindi
26. 01. 2022

Nýggj tilmæli

Soljóðandi skriv er sent skúlunum, frá Undirvísingarstýrinum í dag:

Undirvísingarstýrið ger vart við, at nýggj tilmæli, galdandi fyri næmingar og starvsfólk í skúlum, liggja á corona.fo.

Tilmælini eru soljóðandi:

Tilmæli til børn, næmingar og starvsfólk á dagstovnum og skúlum í Føroyum

Sambært leiðreglunum um sóttarhald eru børn, næmingar og starvsfólk at meta sum ”aðrar kontaktir” tá ið ein tilburður við korona er á eini stovu á dagstovninum ella í einum flokki í skúlanum. Við høga smittutalinum í løtuni, kemur tað ofta fyri, at ein stova ella flokkur verða rakt av fleiri tilburðum um vikuna. Hetta hevur við sær at børn, næmingar og starvsfólk í nøkrum førum skulu kannast nærum dagliga.

Landslæknin mælir til at børn, næmingar og starvsfólk á dagstovnum og skúlum í Føroyum lata seg kanna við PCR-kanning í mesta lagi tvær ferðir um vikuna. Skundkanningar kunnu brúkast ístaðin, tá talan er um screening. Tey, sum hava sjúkueyðkenni, eiga at halda seg heima til tey hava fingið negativt svar frá PCR-kanningini.

Tað er bert barnið, næmingurin ella starvsfólkið, sum hevur havt samband við tann smittaða á stovninum/skúlanum, sum skal lata seg kanna, ikki øll familjan hjá barninum, næminginum ella starvsfólkinum, sum hevur verið í saman við ein smittaðan persón.

Starvsfólk, sum eru koppsett 3 ferðir, kunnu eisini koma til arbeiðis um tey verða mett sum ”tættar kontaktir”. Tey eiga tó at lata seg kanna (PCR-kanning) 4. og 6. dag. Um tey hava sjúkueyðkenni, eiga tey at halda seg heima.

Børn, næmingar og starvsfólk, sum hava havt COVID-19 innanfyri seinastu 6 vikurnar skulu ikki lata seg kanna av nýggjum, um tey hava verið í samband við ein positivan. Hetta tí, at kanningin kann verða positiv í vikur eftir, at tey høvdu COVID-19. Um tey ikki hava sjúkueyðkenni, verður ikki mælt til, at tey fara í sóttarhald, heldur ikki um ein positivur er í húskinum. Hava tey sjúkueyðkenni, verður mælt til, at tey fara í sóttarhald, til 48 tímar eftir, at tey seinast høvdu sjúkueyðkenni.