Nýggjastu tíðindini
Mín jólabók 2025
23000,00 kr. til Krabbameinsfelagið frá Skála skúla.
Vælkomin í skúlan í morgin, hósdagin , millum kl.16.00 og kl.18.00
Kom og stuðla krabbameinsfelagnum
Varmakeldugarðurin
Forskúlin vitjar Mowi
Næmingaráðið í Skála skúla valt. Inn komu fyri 7.fl. Mira, 6.fl. Malan Fríða, Jónfinnur og Aura. 5.fl. Rebekka og William, og fyri 4.fl.Signa, Poul Hans og Rosa Ann
Vit eru eisini partur av Rudda Føroyar
Visti tú av, at gularót er sera gott fyri eyguni?
Væleydnaður foreldrafundur
			
				Lesið í summarfrítíðini!
Summarfrítíðin nærkast, og vit gleða okkum at slappa av og gera tað, sum vit tíma. Tað er frálíkt at sleppa undan at gera skúlating.
Men summarfrítíðin er eisini tíðarskeiðið, har gloppið millum tey, sum duga væl at lesa og tey, sum duga minni væl at lesa, veksur. Orsøkin er einføld: Góðu lesararnir lesa eisini í summarfrítíðini, og tey, sum hava torført við at lesa, lesa ikki í frítíðini.
Men foreldur kunnu skapa umstøður, so at børnini lesa til stuttleika. Tað er týdningarmikið við góðum lesivanum, eisini tá vit hava frí. Havið lesingina við í gerandisdegnum.
. Hjálpið børnunum at finna eina hóskandi bók ella fleiri at lesa í summarfrítíðin.
· Finnið eina góða bók (ella fleiri) at lesa saman.
· Latið børnini uppliva góðar lesiløtur
· Latið børnini lesa, tá tit koyra bil, tey kunnu lesa vegskeltir.
· Havið eisini bløð og bøkur við í bilin.
· Gerið onkrar stuttligar kappingar, har børnini skulu tekna, skriva og lesa.
· Spælið orðaspøl
· Skrivið børnunum boð og heilsanir.
· Latið børnini skriva boð og heilsanir.
Her er ein leinkja til ókeypis danskar barnabøkur at lesa í summar.
Góða summarfrítíð