Nýggjastu tíðindini

05. 10. 2026
Syng føroyskt
30. 09. 2026
Útilív er góða lív
22. 09. 2026
Rørslu og ruddingarvika
10. 09. 2026
Norðagøtu til Lorvíkar
01. 09. 2026
So eru vit aftur í gongd
01. 09. 2026
Ein sera væleydnaður fundur
18. 08. 2026
Felags foreldrafundur hjá skúla­stýri­num týsdagin 25.august.
14. 08. 2026
Renn avstað tú skalt í skúla
06. 08. 2026
Vælkomin aftur í skúla
02. 07. 2026
Samrøðubólkar
Fleiri tíðindi
03. 07. 2020

Søkt verður eftir trimum námsfrøðiligum stuðlum til næmingar við serligum tørvi í Skála Skúla

 

Søkt verður eftir trimum námsfrøðingum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2020-2021.

· Tvey størv við setanarbrotið 0,5

· Eitt starv við setanarbrotið 0,3

 

 

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og fegin vil hava gott samstarv við leiðslu, lærarar, foreldur og næmingar.

Tey íð sett verða, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving.

 

Um ongin námsfrøðingur søkir,verða størvini sett við hjálparfólki. Fyrimunir er at hava royndir sum stuðul í fólkaskúlanum.

 

Lønar og setanartreytir:

Lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20, 11-21 frá 1. oktobur 2018. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv.

Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.

 

Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli, skulu verða skúlaleiðararnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 17.juli 2020 kl. 12.00.

 

Umsóknir verða sendar til:

Skála Skúla

Skálavegur 194

480 Skála

ella í teldubrævi til: nomi.jacobsen@skulin.fo 

  

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Nomi Jacobsen, skúlaleiðara á tlf. 237052 ella á t-post nomi.jacobsen@skulin.fo

 

 Skála Skúli hevur komandi skúlaár uml. 80 næmingar og uml. 15 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skalaskuli.fo