Nýggjastu tíðindini

21. 04. 2024
Týsdagin 23.apríl
15. 04. 2024
Landsroynd 2024
22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
Fleiri tíðindi
23. 06. 2020

Ólavur farin úr starvi vegna aldur

Okkara góði skúlatænari, sum hann helst vil kallast, hevði sín seinasta arbeiðsdag fríggjadagin, eftir nærum 43 ár í starvi. Í morgun høvdu vit eina hugnaløtu fyri honum. Hann fekk nógv góð orð á vegnum og tað hevur hann uppiborið.

Ólavur hevur verið sera góður at havt hjá okkum í skúlanum. Á sín stillføra hátt hevur hann gjørt sítt arbeiði, sum skúlatænari, til lítar og meira enn tað. Hann hevur gjørt óteljandi ting, sum ikki hoyra endiliga til hansara arbeiðsøki, eitt nú hevur kaffi staðið klárt øll hesi árini, tá vit eru komin í skúla.

At vera skúlatænari, er eitt ørðvísi starv, í mun til nógv onnur størv. Tú mást sjálvur duga at síggja, hvar tú skalt taka eina hond í. At duga at samskifta á ein jaligan hátt, er eisini sera týdningarmikið, tí tað eru so nógv ymisk fólk, tú kemur í samband við millum ár og dag. Hesar dygdir hevur Ólavur, umframt nógvar aðrar.

 Vit ynskja Ólavi nógv góð ár framyvir saman við familjuni.