Nýggjastu tíðindini
Mín jólabók 2025
23000,00 kr. til Krabbameinsfelagið frá Skála skúla.
Vælkomin í skúlan í morgin, hósdagin , millum kl.16.00 og kl.18.00
Kom og stuðla krabbameinsfelagnum
Varmakeldugarðurin
Forskúlin vitjar Mowi
Næmingaráðið í Skála skúla valt. Inn komu fyri 7.fl. Mira, 6.fl. Malan Fríða, Jónfinnur og Aura. 5.fl. Rebekka og William, og fyri 4.fl.Signa, Poul Hans og Rosa Ann
Vit eru eisini partur av Rudda Føroyar
Visti tú av, at gularót er sera gott fyri eyguni?
Væleydnaður foreldrafundur
			
				Skúlagongdin eftir páskir
Góðu foreldur, avvarðandi og næmingar (English version below)
  
Eingin undirvísing verður aftur fyrr enn 20. apríl.
Tó verður møguleiki fyri at børn í 0. - 3. fl. kunnu koma í skúla dagarnar 14. - 17. apríl, um tørvur er á tí. Er neyðugt at brúka hetta tilboðið, kunnu tit skriva til Nomi tlf.:237052 og viðmerkja navnið á barninum, hvørjum flokki tað gongur í, og hvørjar dagar tað kemur í skúla.
20. apríl verður skúlagongdin tikin uppaftur
4.fl. - 7.fl. fara framhaldandi at hava heimaarbeiði, sum teir skulu gera.
0. - 3.fl. kunnu møta í skúla frá 8:00-12:00 hvønn dag.
Tey, ið ikki ynskja at senda børnini í skúla, skulu boða sínum flokslærara frá. Fráboðanin skal verða fyri eina viku ísenn. Fráboðast skal í seinasta lagi mikudag kl.12 vikuna framman undan, so at vit kunnu fyrireika flokshøli, undirvísing og fríkorter eftir næmingatalinum á besta og tryggasta hátt.
Børnini, sum ikki koma í skúla fáa heimaarbeiði fyri, eins og tey hava fingið higartil, sum tey skulu gera.
Landsroyndin
Landsroyndin er flutt til septembur.
Dear parents, relatives and students
There will be no school until the 20th of April
If needed, it will be possible for children from preschool till 3th grade to attend school from 14th-17th of April. If you need your children to attend school, you are required to send a text message to the head teacher, Nomi (telephone number: 237052). Please include the name of the child, the grade and which days from the 14th till 17th it will be attending.
On the 20th of April the school will open in accordance with the new guidelines presented by The Department of Education
Pupils from 4th-7th grade will continue being schooled over the internet.
Pupils from preschool to 3. grade may come back to school from 08:00 – 12:00 every day.
It you don’t wish to send your child to school, you are required to inform their class teacher. In order to plan ahead, we need to know this on Wednesday by noon the week before.
The children who are not coming are required to do their homework.
Exams
The National tests have been postponed until September.