Nýggjastu tíðindini

21. 04. 2024
Týsdagin 23.apríl
15. 04. 2024
Landsroynd 2024
22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
08. 03. 2024
Felags foreldrafundur
26. 02. 2024
Hugnaløta fyri Emil
26. 02. 2024
Skúlin og vit øll føðingardag og eisini talentkapping
19. 02. 2024
Grønur dagur í Skála skúla
Fleiri tíðindi
31. 01. 2020

JazzKids í Skála skúla

Mikudagin var listaleypurin og vitjaði við einari jazzverkstovu.

JazzKids er ein verkstova, ið hevur undirvísarar úr Noregi og Japan. Við teimum vóru 4 næmingar, 2 úr Noregi, 1 úr Danmark og 1 úr Føroyum. Saman við næmingum úr miðdeildini arbeiddu tey so við ymiskum ljóðførum, sum næmingarnir sjálvir áttu ella ljóðføri frá skúlanum.

Á middegi høvdu tey vitjandi eina konsert, har tey lýstu søguna hjá Jazzinum í 1900 talinum. Síðani sluppu næmingarnir, sum høvdu verið við til verkstovuna at spæla tónleik saman við teimum. Næmingarnir í Skála skúla høvdu eisini møguleika at spæla ófyrireikaðan tónleik (improvisera). 

Konsertin eydnaðist væl, og takka vit fyri, at listaleypurin kom til okkara skúla við hesum tiltakinum.